Velkommen

17. oktobur var fundur í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Endamálið við fundinum var, at fáa sett á stovn eina føroyska deild av Colitis-Crohn Felagnum. Tað eydnaðist at manna eina nevnd við 5 limum. Nevndin vónar, at fólk taka undir við hesum, og øll eru vælkomin at melda seg til felagið. Niðanfyri endurgeva vit tíðindaskriv, ið er sent føroysku bløðunum:

Tíðindaskriv!

Danska Colitis-Crohn felagið (CCF) helt tann 17. oktobur fund í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, til tess at seta føroyska deild á stovn.

Sjúkurnar

Colitis ulcerosa og Morbus Crohn eru kroniskar tarmsjúkur, har immunverjan í kroppinum arbeiðir ímóti sær sjálvari. Orsøkin til sjúkurnar er ókend. Sjúkan, ið kann hava nógv hjáárin, førir m.a. við sær, at sjúklingurin hevur nógva pínu, kann bløða nógv frá baktarminum og hevur trupult við at fáa ein vanligan gerandisdag at virka. Í ringasta føri mugu tey sjúku verða løgd undir skurð fyri sjúkuna.

Fundurin

Fundurin byrjaði við, at Kári Rubek Nielsen, yvirlækni, segði frá um mannagongdir á Landssjúkrahúsinum í samband við IBD (inflammatorisk bowel disease).

Síðani segði forkvinnan fyri CCF í Danmark, Bente Buus Nielsen, frá um CCF og tess virksemi í Danmark.

CCF í Danmark hevur 5500 limir og hevur nógv virksemi í landinum.

Forkvinnan í CCF vísti á gransking hjá Johan Burisch, lækna, til hví tað var mett, at vera umráðandi at seta eina deild á stovn fyri sjúk og avvarandi í Føroyum.

Johan Burisch, lækni, er høvuðsgranskari í eini verkætlan, har roynt verður at finna fram til orsøkina til tarmsjúkurnar Colitis ulcerosa og Morbus Crohn, og hvussu mann á besta hátt viðger sjúkurnar. 21 lond, 14 í Vestur Evropa og 7 í Eystur Evropa, umframt ein býur í Kina, eru við í verkætlanini.

Granskingin vísir á, at tað eru 3 ferðir so nógvir tilburðir í Føroyum, samanborið við hini londini í verkætlanini.

Seinastu 2 árini hava tað verið umleið 34 nýggir tilburðir av sjúklingum, við Colitis ulcerosa ella Morbus Crohn, um árið í Føroyum.

Eftir sera áhugaverda framløgu, har Johan Burisch, lækni, segði frá um verkætlanina, varð heitt á tey luttakandi um at stovna eina deild í Føroyum.

Eftir áheitan komu hesi í nevndina:

Jónfríð Jóanesarson, Hoyvík
Jóhann Joensen, Klaksvík
Erla Pállsdóttir, Tórshavn
Teitur Vágadal, Tórshavn
Jórun Isaksen, Klaksvík

Nevndin skipaði seg soleiðis:

Teitur Vágadal, formaður
Erla Pállsdóttir, kassameistari
Jórun Isaksen, skrivari
Jóhann Joensen
Jónfríð Jóanesarson

Virksemi

Endamálið við eini føroyskari deild er serliga, at veita stuðul til teirra, ið fáa staðfest hesar herviligu kronisku sjúkur.

Av tí at hetta eru tarmsjúkur, er evnið ofta sera viðkvæmt at tosa um, og ofta valdar stór tøgn, ið er sera torfør at bróta. Tískil vil nevndin somuleiðis varpa ljós á sjúkuna.

Í løtuni eru einans 41 limir úr Føroyum í CCF. Hagtølini siga okkum tó, at talið av sjúkum er nógv hægri í Føroyum. Tí verður boðað frá, at fólk við sjúkunum Colitis ulcerosa ella Morbus Crohn, avvarandi og onnur, eru vælkomin til at seta seg í samband við nýstovnaðu deildina við spurningum og øðrum.

Teldupost – adressa: ccf@mail.fo.

Eisini verður heitt á fólk kring landið, ið eru sjúk ella avvarandi, um at melda seg sum lim beinleiðis á heimasíðuni www.ccf.dk.

Eru spurningar, er tað møguligt at venda sær til formannin, Teitur Vágadal á tlf.nr. 218857 ella skrivaran, Jórun Isaksen á tlf. nr. 227266.

Navigation